Just Read! Lesson 02 - Faroese
From UniLang Wiki
- Hvør er hetta?
- Hetta er Jógvan.
- Hvør er Jógvan?
- Jógvan er ein drongur.
- Og hvør er hatta?
- Hatta er Maria.
- Er hon ein genta?
- Ja, hon er ein genta.
- Er Jógvan glaður?
- Ja, hann er ógvuliga glaður.
- Er Maria eisini glað?
- Nei, hon er ikki glað. Hon er óð.
- Hví er hon óð?
- Tí hon keðir seg.
- Keðir hon seg veruliga?
- Ja, tað ger hon.
- Og hvar er Jógvan?
- Her er Jógvan.
- �?, OK. Jógvan er her. Eru Jógvan og Maria vinfólk?
- Ja, tey eru vinfólk.
- Eru tey næmingar?
- Ja, Jógvan er ein næmingur, og Maria er eisini ein næmingur.
- Er ein skúli nærindis?
- Ja. Men Jógvan og Maria eru ikki í skúla nú.
- Hví eru tey ikki í skúla?
- Tí at tað er ov tíðliga.
- Skínur sólin ikki?
- Jú, sólin skínur. Men tað er enn ov tíðliga.
- OK. Hvør ert tú, annars?
Previous Lesson (01) |
Next Lesson (03) |
>> Just Read! >> Just Read!: Lesson 02
>> The Faroese Language
