Les bara! 1. tími - Føroyskt

From UniLang Wiki

Jump to: navigation, search

Lesson 01

Jógvan er her.
Hann er ungur.
Hann er lágur.
Hann er ungur og lágur.
Maria er har.
Maria er eisini ung.
Hon er ikki lág.
Hon er høg.
Hon er vøkur.


Jógvan er glaður.
Maria er ikki glað.
Maria er kedd.
Hon er eisini ill.
Hon er kedd og ill.
Jógvan er ein drongur.
Maria er ein genta.
Jógvan er ein drongur, og Maria er ein genta.
Hann er lágur, men hon er høg.
Jógvan er ein næmingur.
Maria er eisini ein næmingur.
Jógvan og Maria eru næmingar.
Tey eru næmingar.
Tey eru ung.
Jógvan er her, men Maria er har.
Hann er ikki har; hann er her.
Hon er ikki her; hon er har.
Jógvan er ikki illur, men tað er Maria.
Maria er ikki glað, men tað er Jógvan.
Jógvan er glaður, men Maria er ill.
Jógvan og Maria eru vinir.
Tey eru vinir.



 (Start of course)
 Next Lesson (02)

>> Just Read! >> Just Read!: Lesson 01
>> The Faroese Language

Personal tools

« Return to the main site